Jón Rói Jacobsen er nú útbúgvin kommunulækni

Í dag var ein lítil móttøka á Landssjúkrahúsinum í samband við, at Jón Rói Jacobsen nú er liðugur sum serlækni.

 

Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jón Rói Winther Jacobsen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri.

Landssjúkrahúsið skrivar, at Jón Rói hevur tikið 4,5 ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. 

Jón Rói Jacobsen hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Arnhold Jensen í Norðoya læknadømi, hjá kommunulækna Djóna Sandberg Joensen í Vága læknadømi og teir seinastu sjey mánaðirnar í viðtaluni hjá Bjarna Wardum, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. 

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. 

Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Í 2025 verða eftir ætlan fimm læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini.

– Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebooksíðu síni.

 

Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jón Rói Winther Jacobsen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri.