Jón Pauli heldur fram hjá felagsliðnum

Betri deildin kvinnur: Tað verður ein kendur maður, sum skal standa á odda fyri felagsliðnum TB/FCS/Royn

Suðuroyggin hevur eitt felagslið í bestu deildini hjá kvinnum. Hóast fyrsta árið var hart og liðið tapti allar dystirnar, so er vónin at halda fram við menningini og bjóða av aftur komandi kappingarár.

 

Tí hevur felagið longt samstarvið við roynda venjaran, Jón Paula Olsen, sum eisini verður venjari fyri komandi kappingarár. Tað boða feløgini frá á Facebook.

 

- Í kvøld er sáttmáli undirskrivaður við Jón Paula Olsen, sum hevur takkað ja til at halda fram sum høvuðsvenjari hjá felagsliðnum hjá kvinnum, TB/FCS/Royn, fyri kappingarárið 2023, skrivar TB, FC Suðuroy og Royn.

 

Fyrsti dysturin verður leygardagin 11. mars.