Jon Lord deyður

Keyboardspælarin Jon Lord, sum var við at skrivað nógvar av kendu sangunum hjá Deep Purple, er deyður.

Jon Loard doyði mándagin í London, eftir at hann í longri tíð hevur verið sjúkur av krabbameini. Hann var 71 ára gamal.

Jon Lord var føddur í Leicester í Onglandi í 1941. Hann fekk undirvísing í klassiskum pianospæli frá tí, at hann var fimm ára gamal, og klassiski inngangur til tónleikin eyðkendi eisini hansara spæl í stóru rockbólkunum, sum hann var við í.

Jon Lord var fyrst og fremst legendariski keyboardspælarin í rockbólkinum Deep Purple, sum hann eisini stovnaði. Hann var við til at skriva fleiri av hittunum hjá Deep Purple, eitt nú Smoke On The Water. Jon Lord spældi við í Deep Purple frá 1968 til 1976 og aftur frá 1984 til 2001. Hann spældi eisini við bólkum sum Whitesnake og Paice, Asthon & Lord.