Alt bendir á, at næsti dómarin úr Danmark í europeiska mannarættindar dómstólinum í Strasbourg verður ein, sum hevur røtur í Føroyum.
Síðst í hesum mánaðinum verður tað avgjørt, hvør skal vera næsti danski dómarin í europeiska mannarættindar dómstólinum í Strasbourg. Tað verður nevnd, mannað við politiskum umboðum fyri tey 47 londini sum eru partur av mannarættindar dómstólinum – teirra millum fimm danir - ið fer at avgera hetta. Nevndin tekur formligu avgerðina eftir tilmæli frá einari undirnevnd. Henda nevndin mælti 11. desember 2013 við greiðum meiriluta til, at næsti danski dómarin verður Jon F. Kjølbro.
Jon F. Kjølbro er av føroyskari ætt. Mamman, Alvdis, er úr Kunoy, og pápin, Jógvan, var úr Klaksvík. Jon er beiggi Evald Kjølbro, landsverkfrøðing. Hann er løgfrøðingur. Eftir lesturin arbeiddi hann í ellivu ár í løgmálaráðnum við serligum fokus á mannarættindum, áðrenn hann varð dómari. Eitt skifti arbeiddi hann í Føroya Rætti, og síðani 2003 hevur hann verið dómari í Eystara Landsrætti.
Tað eru sjálvandi tveir aðrir ógvuliga væl skikkaðir umsøkjarar, sum Jon Kjølbro er uppi ímóti. Annar er 53 ára gamla Nina Holst-Christensen, sum alla sína tíð hevur arbeitt í løgmálaráðnum, har hon serliga fæst við ES rætt og menniskjarættindi. Hin er Karsten Hagel-Sørensen, sum er kamaradvokatur. Tað vil siga, at tað er hann, sum tekur sær av øllum borgarligum rættarmálum hjá danska statinum. Í Danmark hevur tað vakt ans, at kamaradvokaturin hevur søkt um starvið í Strasbourg.
Jens Elo Rytter, sum er professari í grundlógarrætti á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og sum regluliga viðmerkir í danska blaðnum Information, sigur, at um tað hevði borið til at vedda um hetta, so hevði hann veddað, at tað verður Jon Kjølbro, sum næstu níggju árini verður danska íslettið í europeiska mannarættindar dómstólinum í Strasbourg.
Jon Kjølbro hevur skrivað verkið, sum sambært Information verður mett at vera høvuðsuppslagsverkið hjá løgfrøðingum, tá ið tað snýr seg um mannarættindakonventiónina. Talan er um múrstein upp á túsund síður.
Jon Kjølbro hevur konu úr Føroyum. Guðrun er dóttir Judith og Osvald Kjærbo, sála, í Havn.