Oyggjaleikir: - Høvdu vit orkað í fimm minuttir afturat, so høvdu vit vunnið, sigur Jón Joensen, sum var millum stinnastu føroysku spælararnar í 3-2 tapinum fyri Bermuda í gjár.
Føroyska liðið tapti nakað óvæntað fyri vertstjóðini. Eitt skiftið vóru okkara á odda við fimm í fjórða setti, men so kom Bermuda aftur í aftur og vann. Í fimta setti kom føroyska liðið betri frá landi, men endaði við at tapa 15-9.
- Høvdu vit orkað í fimm minuttir afturat, so høvdu vit nokk vunnið teir. Vit eru troyttir og tað er hart at spæla í øllum hesum hitanum. Vit fáa tey fyrstu stigini í avgerandi settinum, men lova so teimum at fara avstað við tí í staðin fyri at avgera tað sjálvir, sigur Jón Joensen argur á málinum.
Hann iðrar seg um, at tað ikki eydnaðst at fáa góða spælið í eitt nú øðrum setti at halda fram, tá tað tað stóð á í fjórða og fimta setti, sum Bermuda vann.
- Vit hava ov vánaligar móttøkur og servitrýstið er ikki nóg gott. Tað ger at teir fáa alt spælið gjøgnum miðjuna, sum er teirra styrki, sigur Jón Joensen, sum sær sjónliga vónbrotin út eftir tapið.
Tapið broytir ikki upp á málsetningin um at fáa heiðursmerki.
- Vit kunnu framvegis avgera alt sjálvir og mál er framvegis at fáa eitt heiðursmerki um hálsin, sigur Jón Joensen at enda.
Føroyska liðið skal í kvøld spæla móti Grønlandi.