Jon Hestoy framvegis formaður

Gunvá við Keldu nýggjur næstformaður í Føroya Prentsmiðjufelag

Mánadagin 13. apríl hevði Føroya Prentsmiðjufelag ársaðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jon Hestoy og Eirikur Lindenskov. Báðir tóku við afturvali og vórðu valdir.

 

Umframt hetta tók Kristoffur Laksá seg úr nevndini. Í hansara stað varð Gunvá við Keldu vald.

 

Í nevndini sita sostatt Jon Hestoy, Eirikur Lindenskov, Gunvá við Keldu og Christian Nagata. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni og Gunvá við Keldu sum næstformanni.