Jón tók við sum venjari hjá FC Suðuroy undan hesum kappingarárinum, og hevur setningurin fyrst og fremst verið at seta nýtt fólk við á liðnum, sum nú hevur ein sera lokalan bul í mun til tað, sum áður hevur verið.
Í løtuni er liðið á triða plássi í kappingini í 1. deild, og tað er nóg mikið til uppflyting, sum stigatalvan sær út í løtuni.
Á Facebook-síðuni hjá felagnum hevur formaðurin , Julius Vest Joensen, nú boðað frá, at Jón Johannesen eisini er venjari hjá felagnum í 2014.