Jon er nýggjur svimjiformaður

Jon Hestoy er nýggjur formaður í Svimjisambandi Føroya. Undan aðalfundinum var hann einasta valevni, og tá ið einki annað uppskot var á aðalfundinum, so var Jon valdur uttan atkvøðugreiðslu sum avloysari fyri Palla Ziskason, sum hevur verið formaður fýra tey seinastu árini.

Á fundinum varð gjørt av at víðka nevndina úr trimum og upp í fimm limir. Nýggir nevndarlimir eru Andrea Eldevig og Palli Eysturberg. Harafturat eru í starvsnevndini Jórun Eið og Maud Poulsen.

Tað eru sjey svimjifeløg í landinum, og tey vóru øll umboðað á aðalfundinum.

Fundurin gjørdi av, at ársaðalfundurin skal flytast frá oktober og til mai mánað.

Roknskaparárið verður broytt til at vera kalendaraárið.