Svenska fótbóltslandsliðið fær nú ein danskan venjara.
Svenska fótbóltssambandið boðar í dag frá, at tey hava sett Jon Dhal Tomasson í høgtvirda starvið. Tomasson verður fyrsti útlendingur nakrantíð, sum skal standa á odda fyri svenska manslandsliðnum.
Hann tekur við starvinum 1. mars.
– Við royndunum hjá Jon Dahl Tomasson í altjóða fótbólti tekur landsliðið eitt fet ímóti nýggjum tíðin. Eg eru ótrúliga fegin og errin um, at vit kunnu knýta ein landsvenjara sum Jon til okkum, sigur aðalsrkivarin í svenska fótbóltssambandinum, Andrea Möllerberg.
/ritzau/











