Jon Dahl skoraði tvey mál

Danski álopsspælarin Jon Dahl Tomasson hevur verið nógv burtur frá fótbólti seinastu mánaðirnar, men um vikuskiftið gjørdi hann aftur um seg. Feyenoord spældi í gjár ímóti Ajax, og Jon Dahl Tomasson tryggjaði Feyenoord javnleik. Jon Dahl skoraði bæði málini í 2-2 javnleikinum. Seinna málið hjá danska málskjúttanum varð gjørt við brotssparki.