Jon Bon Jovi 50 ár

John Francis Bongiovi Jr – ella Jon Bon Jovi – verður í dag 50 ára gamal, og tað við góðari samvitsku.

 

Tað er nevniliga við nógvum hittum, nógvum fløgum, og nógvum framførslum á baki, at Jon Bon Jovi í dag hátíðarheldur síni 50 ár.

 

Jon Bon Jovi er frá New Jersey í USA, og hann hevur av álvara gjørt um seg við hittum sum You give love a Bad name, Livin’ on a Prayer, sum vóru á triðju fløgu hansara, Slippery When Wet, sum allur heimurin tók til sín.

 

Síðani kom fløgan New Jersey, sum framvegis er tann fløgan, sum hevur havt flest nummar eitt hitt á somu fløgu.

 

Har ímillum er lagið I’ll be There for You.

 

Bólkurin steðgaði stutt eftir hetta, men Jon Bon Jovi gjørdi síðani eina solofløgu, við heitinum Blaze of Glory, og eisini her endaði hann á fyrsta plássi.

 

Frá 1992 – 1997 komu tvær fløgur og ein uppsamlingsfløga frá bólkinum – umframt at bólkurin ferðaðist runt og framførdi. Í hesum tíðarskeiði komu løg sum Always og Bed of Roses.

 

Frá 1997 helt bólkurin aftur steðg, men heldur ikki hesaferð steðgaði Jon Bon Jovi sjálvur. Hann gjørdi her fløguna Destinantion Anywhere, og eisini her fekk hann rós. Eftirfylgjandi hevur hann hittað við It’s My Life, sum var nógv frammi í byrjanini av 00’unum.