Magellan er bygd í Ålborg í 1985 og umbygd í 2010. Hon er 726 føtur (221 metrar) long, 46.000 bruttotons og er skrásett á Bahamas.
Magellan tekur 1250 ferðafólk og hevur 726 kømur umborð.
Eftir ódnina Kathrina, ið rakti New Orleans í 2005, varð skipið brúkt at hýsa nøkrum av teimum, sum høvdu mist hús og heim í ódnini.
Hetta er fyrsti túrurin hjá Magellan fyri nýggja eigaran CMV. Túrurin byrjaði 15. mars og stóra salgsvøran var júst sólarmyrkingin. Verandi túrur varðar í 13 dagar.
Føroyar eru fastur steðgur á túrunum hjá CMV. Marco Polo og Azores lógu á Havnini undan sólarmyrkingini, umframt at øll trý skipini, tey bæði fyrr nevndu og Astor, hava verið á Havnini fleiri ferðir áður. Magellan, Marco Polo, Astor og Azores vitja eisini øll somul aftur á Havnini í summar.