Seinnapartar í summar hava verið merktir av heldur øðrvísi summarsending, sum Útvarp Føroya hevur sent. Lagt var upp til eina spennandi og øðrvísi sending longu fyrst í summar, og hevur hetta eydnast teimum stak væl. Tað eru mong, sum hava havt útvarpið tendrað hesar báðar tímarnar seinnapartarnar í summar, og er tann nógv umtalaða firmakappingin ein av orsøkunum til hetta.
Barometrið skipaði nevniliga eisini fyri kappingum. Bæði fyri einstaklingar, fyritøkur og pør. Firmakappingin, ið var fyri fyritøkur, snúði seg um at finna Føroya gløggastu fyritøku.
Avdúkað varð í sendingini fríggjadagin, at heili 64 fyritøkur í Føroyum hava verið við í firmakappingini, har ein streyk avstað við høvuðsvinninginum, sum var ein túrur í býin við millum annað bowling, mati og gisting fyri 20 starvsfólk. Tá tað kom til stykkið, var tað Farodane, sum fór avstað við høvuðsvinninginum, í eini spennandi finalu ímóti Tórshavnar Býráð. Tórshavnar Býráð, sum so sjálvsagt endaði á øðrum plássi, fekk pylsur og eplamorl frá útvarpsmanningini.
62 sendingar hava verið í luftini við manningini, sum tilsamans hevur talt seks fólk í summar. Hesi seks fólkini hava undirhildið útvarpsins lurtarum gjøgnum tjúkt og tunt, í brennandi sól og oysandi regni. Bjarni Mohr og Rúni Jákupsson hava mestsum stýrt øllum uppi í studionum í útvarpinum, meðan Heri Jacobsen, Kári Sólstein, Jens Tummas Næss og Ragnhild Ellingsgaard hava skift um at verið reportarar.
Rundkoyringin
Umframt tónleik og kappingar hava minst tveir reportarar verið úti við mikrofonini hvønn dag. Vitjað hevur verið kring alt landið, og tá reportararnir hava verið í Havn, hevur tað verið rundkoyringin niðri við pylsuvognin á keiini, sum hevur verið tað heilt stóra.
Sendingarnar úr Havn hava mestsum allar byrjað og endað niðri í rundkoyringini. Floyt og bilar hava verið at hoyrt, og hava reportararnir gjørt alt fyri at kunna byrja og enda sendingarnar á lítlu rundkoyringini.
Henda summarsendingin hevur víst seg at hava verið ein brakandi succes, men hvat er tað, sum hevur gjørt sendingina so undirhaldandi og øðrvísi, enn summarsendingarnar útvarpið hevur havt undanfarin ár?
? Tað er ein samantvinning av nógvum tingum, sigur Bjarni Mohr, sum hevur verið ein av vertunum í summar.
? Eitt av teimum er, at vit hava fingið avloysarar, so tað hava ongantíð verið bara tveir mans, sum hava sitið eftir við allari ábyrgdini.
Bjarni Mohr vísir á, at lagt var út við, at gera eina øðrvísi sending við ymiskum, sum ongantíð hevur verið at hoyrt fyrr.
? Hetta hevur eydnast okkum rímiliga væl, og ein kann siga, at vit eru bara væl nøgdir. Yvirhøvur hava vit fingið góðan repsons upp á sendingina, sigur Bjarni, sum tó ger greitt, at tað ber ongantíð til at gera øllum til vildar.
Sjálvt um útvarpsverturin var lítillátin, so kunnu tey flestu ásanna, at Barometrið hevur gjørt sítt til, at seinnapartarnir í summar hava gingið eitt lítið sindur skjótari.
Lagið er gott, tá allir seks útvarpsvertirnir koma oman í rundkoyringina mánamorgunin.
? Alt fyri Sosialin, letur í einum, meðan onkur sigur, at tað er við blandaðum kenslum, at farið verður út á rundkoyringina. Kanska fyri seinastu ferð í ár.
Rúni Jákupsson og Bjarni Mohr, sum hava sitið innandura í alt summar, sluppu harvið sín fyrsta túr út á rundkoyringina.
Um teir so verða aftur á skránni komandi summar, vita vit ikki enn, men um so er, noyðast vit bara tolin at bíða. Tí fyri nú er Barometrið farið í ein væluppibornan dvala.