Jólini sungin inn í Kelduni Tollaksmessukvøld

Nú jólafriðurin spakuliga legst yvir land og fólk, eru tey í Kelduni í Skálafirði í gongd við seinastu stákanina, áðrenn jólini verða sungin inn kl. 21 í kvøld.

 

Sungnir verða í felag jólasangir, og eisini verða fleiri sangframførslur - alt meðan angin av holukøkum spakuliga fyllir húsið, tí aftaná verða øll boðin til drekkamunn í matstovuni.

 

Hetta er 16 ferð at tiltakið verður hildið og í kvøld ber endiliga til at savnast aftur.

 

Tiltakið er ókeypis, men høvi verður at geva til neyðstødd í Ukraina.

 

##med2##