Jólini skulu ikki gerast til stress

- Eg haldi, at hóvastákið við gávum er farið eitt sindur av sporinum, og eg eri bangin fyri, at gávur viðhvørt skapa meira stress og fíggjarligar avbjóðingar enn gleði, sigur Rógvi Egilstoft.

 

- Eg eri ikki ein av teimum, sum gleði meg í fleiri vikur til jólar, men tá tey koma, eru tey góð. 

- Konan og dóttirin fluttu í summar til Spania í lestrarørindum, har konan lesur. Tær koma heim til jólar, so tað verður í øllum førum saman við teimum báðum, at jólini í ár verða hildin.

 

Tað sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft, sum fyri fyrstu fer at halda jól sum borgarstjóri. Hann vísir á, at ætlanin er at skipa fyri onkrum á Eiði jólaaftan, og hann heldur, at hetta er onkur felagsrenning. 

- So, eg vænti, at jólaaftan í ár byrjar á Eiði, men endar í Sandavági. 

 

Verða jólini sum borgarstjóri øðrvísi enn annars?  

 

- Tað er ringt at siga frammanundan, men um einki óvæntað hendir, so rokni eg ikki við, at tað er so stórur munur á jólunum - um tú ert borgarstjóri ella ei.  

Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri? 

 

- Samanumtikið haldi eg, at eg havi trivist væl. Sjálvandi hava tað verið løtur, sum hava verið harðar. Tað hoyrir til eina nýggja avbjóðing. Men, tær flestu løturnar hava verið góðar og spennandi.   

 

Rógvi Egilstoft vísir á, at tað gongur væl í Eiðis kommunu, og fólkatalið veksur. 

- Tað hevur nógv at siga fyri meg sum borgarstjóra, sigur hann. 

Keypir tú jólagávur? 

- Nei, tað geri eg ikki. Tað syrgir konan fyri. 

Rógvi Egilstoft heldur, at hóvastákið við gávum er farið eitt sindur av sporinum. 

- Eg eri bangin fyri, at gávur viðhvørt  skapa meira stress og fíggjarligar avbjóðingar enn gleði. Tað materiella hevur tíverri alt ov nógv at siga fyri okkum, heldur hann. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Eg eri ikki ein av teimum, sum gleði meg í fleiri vikur til jólini, men tá tey koma, so eru tey góð. 

Rógvi Egilstoft vísir á, at jólini eru ein av teimum stóru kristnu hátíðunum, og tí hava tey í sjálvum sær nógv at siga.  

- Tað at fáa nakrar dagar saman við teimum nærmastu, har øll hava tíð at verða saman, hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg, sigur Rógvi Egilstoft, borgarstjóri í Eiðis kommunu.

 

##med2##

 

- Eg eri ikki ein av teimum, sum gleði meg í fleiri vikur til jólar, men tá tey koma, eru tey góð. 

- Tað gongur væl í Eiðis kommunu, og fólkatalið veksur, sigur Rógvi Egilstoft, borgarstjóri.