Jólini seta dám á

Tað eru ein mánað burtur, og nógva staðni eru ljós at síggja í vindeygum

Tað er 24. november í dag, og harvið er ein mánaður til jólaaftan. Kring landið eru nógv tekin at síggja, sum siga frá, at jólini eru í hondum.

Her síggja vit vestaru síðu á hølunum, har musikkskúlin í Klaksvík heldur til. Nú verður vant til konsertirnar, sum næmingarnir í musikkskúlunum skulu luttaka í.

Musikkskúlin í Klaksvík heldur til í gamla skúla, sum varð bygdur í 1894. Har vóru tvær skúlastovur í neðra í norðara enda. Í syðra enda var íbúð til læraran bæði í neðra og erva. Í norðara enda var læraraíbúð í erva. Í næstan hálva øld búðu ávikavíst Alexander Enniberg og Símun Petur Zachariassen við familjum í íbúðunum.

Niðanfyri skúlan var stórur og vakur urtagarður. Hann varð tikin burtur fyrrapartin av seksti árunum, og nú eru parkeringspláss á økinum.

 

mynd: Birgir Waag Høgnesen