Jólini kalla nógv góð minnir fram

- Jólini eru ein hin besta tíðin av árinum. Tá hugsavni eg meg nógv um alt tað, sum ber dám av ljósi í myrkrinum, sigur Hanna Jensen.

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Jólini verða hildin heima í Norðragøtu saman við teimum nærmastu og nøkrum gestum aftrat. Jólatræið er keypt og sett upp, men enn vantar nógv annað, áðrenn heimið er klárt. Eg gleði meg sera nógv, til vit sessast við búgvið borð um nátturðatíð jólaaftan. 

Tað sigur Hanna Jensen í Norðragøtu.

Hon vísir á, at 1. jóladag fara tey til mostur í Leirvík, ið er ein kær siðvenja, sum tey gleða seg nógv til. 

- Ein sonur okkara fyllir 2. jóladag, so tá er fult hús við gestum og fagnaðardagur. Men, annars jólast vit nógv sum heild saman við familju og vinum fram til nýggjárs og á nýggjárinum.  

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? 

- Vit eta vanliga føroyska gás úr Funningi og so dunnu, og tað er einki undantak í ár. Her verður sjálvandi alt hugsandi gott afturvið, eitt nú heimsúltað reyðkál og brún epli. Vit fáa okkum eisini mandlurís og góðgæti seinni – aftaná at gávur eru givnar. 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini eru ein hin besta tíðin av árinum, tá eg hugsavni meg nógv um alt tað, sum ber dám av ljósi í myrkrinum – tað kreativa, tað vakra, tað at koma saman og skapa hugna mitt í øllum gerandisuppgávunum, bæði heima og úti. 

Hanna Jensen vísir á, at jólini kalla nógv góð minnir fram um øll tey, sum eru farin. 

- Hvat tey gjørdu fyri meg, men eisini um tíðina, tá okkara børn vóru smá. Tað er sum um, at jólini hava hetta við sær - at taka tað góða framum tað ringa, ljósið fram um myrkrið, leggur hon aftrat.