Jólini hjá formanninum í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinni Garðalíð og konuni, Mariann Poulsen Garðalíð, verða hildin heima við hús á Skála saman við familju.
- Døgurðin verður dunna og tað, sum har til hoyrir. So verða gávurnar pakkaðar út, og eftir tað verður mandlugreytur.
Annfinnur Garðalíð hevur sum so eingi jólagávuynski - uttan tað, at hetta verða eini góð og friðsæl jól.
- Jólini hava stóran týdning fyri familjurnar við friði og nærveru, heldur hann.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag ásannar, at enn eitt ár skjótt er lagt aftur um, har korona hevur herjað og plágað og hevur sett dagskránna.