Jolie og Pitt fingu eina diddu

Angelina Jolie og Brad Pitt fingu seint leygarkvøldið eina lítla gentu. Hon varð borin í heim í Namibia og er longu doypt við navninum Shiloh Nouvel, sum merkir »tann nýggi messias«

Sambært »Ekstra Bladet« græt Brad Pitt eins og eitt lítið barn, tá dóttirin varð borin í heim. Somuleiðis ringdi hann beinanvegin til familju og vinir og fortaldi teimum góðu tíðindini.
Brad Pitt og Angelina Jolie eru framvegis á sjúkrahúsinum saman við lítlu didduni:
 - Alt gekk væl, og diddan hevur tað gott, sigur ein lækni á sjúkrahúsinum sambært »People magazine«.