Tað nærkast til jóla, og tað sæst eisini aftur í býum og bygdum kring landið, nú handlar, kommunur og onnur eru byrjaði at prýða um hús, gøtur og handlar við jólaprýði.
Í vikuni setti Tórshavnar kommuna jólatrø upp kring miðbýin í Havn, men tað kann tykjast, at øll ikki eru eins fegin fyri arbeiðið, ið kommunan ger at prýða um høvuðsstaðin.
Tórshavnar kommuna skrivar nevniliga á teirra heimasíðu, at herverk er framt á tólv av teimum jólatrøunum, ið eru sett upp í býnum.
- Allar ljósketurnar eru skræddar av trøunum og stolnar. Tá tey, sum hava framt herverkið, hava skrætt ljósketurnar av, so hava tey brotið topparnar av øllum trøunum, tí endarnir á ketunum vóru festir í toppin við plastikkreimum, skrivar kommunan.
Málið verður nú meldað løgregluni.