Í nógvum kommunum kring landið verða jólatrøini tendrað um vikuskifti.
Í Havnini verður jólatræið á Vaglinum tendrað klokkan 15.30. Havnar Hornorkestur spælir og Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Theodor Eli Dam Olsen, prestur í Hoyvík, tala.
Skoytubreytin í Kommunuskúlagarðinum opnar eftir tendranina. Annars verða tiltøk ymsastaðni í býnum allan mánaðin.
Jólatræið í Klaksvík verður tendrað í kvøld klokkan 18.30. Jógvan Skorheim heldur røðu og Klaksvíkar hornorkestur spælir.
Jólatræið í Miðvági verður tendrað klokkan 16.30 leygardagin, í Runavík verður tendrað klokkan 17.00 leygardagin og tað í Skála klokkan 18.00 leygardagin.
Sunnudagin verða eisini nøkur jólatrø tendrað. Jólatræið í Oyndarfirði verður tendrað klokkan 15.00, í Funningsfirði klokkan 16.00, í Funningi klokkan 17.00 og í Æðuvík klokkan 19.00.
Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin klokkan 16.00.