Jólatræið í Svínoy tendrað

Leygardagin varð farið við Rituni til Svínoyar at tendra jólatræið - Jóhann Lützen skuldi halda røðu, og partur av Klaksvíkar Hornorhestri spældi til jólatræshaldið, sum var niðan fyri lærarahúsini í Svínoy.

Leygardagin varð farið við Rituni til Svínoyar at tendra jólatræið - Jóhann Lützen skuldi halda røðu, og partur av Klaksvíkar Hornorhestri spældi til jólatræshaldið, sum var niðan fyri lærarahúsini í Svínoy.

 

Aftaná varð boðið inn í lærarahúsini, har vit fingu ein góðan kaffimunn og rísalamande. Ritan fór til Fugloyar eftir fólki, sum hon setti inn í Sund, og tí var tíðin so góð, at vit valdu at fara inn í Kirkjuna at hava eina stutta jólakonsert við Klaksvíkar Hornorhestri, sum spældi nakarar sálmar úr "Reyðu bók", meðan Jóhann Lützen hugleiddi nakað um jólini.

 

Ritan kom aftur á Víkina eftir okkum út móti kl. 18, og var ferðin nakað drúgv av tí saman inn aftur í Hvannasund. Men hugnaligt var at kveikja ljós og lata tónanarnar runga mikkum húsini í hesi fjálgu bygdini, Svínoy.

 

Niðanfyri verður røðan Hjá Jóhann Lützen, formaður Trivnaðarnevndin - Børn og Ung, endurgivin:

 

Góðan dagin tit og vælkomin til tendringina av Jólatræðinum her í Svínoy. Tá Dávur Winther ringdi til mín og spurdi meg um eg hevði hug at tendra jólatræði í Svínoy og siga nøkur orð, var eg skjótur at smekka til. Svínoy hevur altíð haft eitt rúmshátt pláss í mínum medviti. Hetta kemst sjálvandi av at Mamma mín eigur eini hús her í Svínoy og eg plagdi bæði sum smádrongur og nú eisini sum vaksin at vitja út her. Svínoy hevur sína serstaku mentan, her er óspilt, her er friðarligt og fantastiska vakurt. Fyri býarmenniskju bjóðar Svínoy nakað serstakt – Hetta at koma aftur til røturnar, at finna friðin og nærleikan. At finna aftur til tann gamla føroyska samleikan og gomlu mentanina, sum flestu føroyingar hava tikið við sær í modernaða dagligdagin, men kanska ikki hugsa so nógv um at teir bera víðari. Kendi fólkalívsfrøðingurin Gert Hofstede hevur sagt um mentanir at tær kunnu greinast  eins og ein leykur. Ein leykur hevur fláir og innanst er kjarnin, ið ávirkar úteftir tær næstu tríggjar fláirnar, ið eru ávíkavist ritualir, hetjur og symbolir. Innasta fláin eru kjarnuvirðini í mentanini. Her hjá okkum er tað kristindómurin, sum er kjarnuvirði og hópin av teimum siðvenjum, ritualum, hetjum og symbolum vit uppliva, sansa og endurtaka í dagligdegnum, hava sín uppruna í kristindóminum. Eitt av hesum ritualum ella siðvenjum um eg kann orða tað soleiðis, er Jóltíðin. Jólini er um nakað eitt gott dømi um hvussu  beinrakin leykgreiningin hjá Hofstede er. Her í Føroyum hava vit ikki gloymt hví vit halda jól, hóast tað ofta kann tykjast sum jesu føðingin kámast burtur í øllum hóvastákinum í desember mánaði og kanska fyrr enn tað eftirhondini. Ígjøgnum tíðirnar hava vit ment jólini til tey sum vit kenna í dag. Jólini eru full av ritualum og symbolum. Vit kunnu ikki ímynda okkum eini jól uttan dunnu ella ræst kjøt. Og kunnu vit ímynda okkum eini jól uttan Jólamenn í teirra prýðuligu reyðu búnum? Og vit kunnu heldur ikki ímynda okkum eini jól uttan jólatrø í grønum. Henda siðvenjan við Jólatrøðum er sum so mangt annað importera uttaneftir. Siðvenjan sigst koma úr Týsklandi og hevur funnið sina leið til Føroyar, til Svínoyar. Vit hava tikið hetta útlendksa fyribrygdi og gjørt tað til okkara. Ovast á træðnum er jólastjørnan, ið sementerar kristindómin. Jólatræði er eitt  sýmbol uppá tað stórsta av øllum í kristindóminum – nevniligani kærleikan. Tá vit eru við jólatræði heima, so koma vit nærri hvørjum øðrum. Vit dansa runt jólatræði og børnini stuttleika sær óført, eru so spent uppá allar pakkarnar undir trænum, hvussu nógvir eru bleytir og hvussu nógvir eru harðir, ímeðan vit vaksnu kenna friðin og hugnan. ..... Klaksvíkar kommuna spennir eftirhondini víða. Og tað merkist eisini aftur tá umræður at tendra jólatrø. Henda hátíðarløtan er tann sjeynda av slagnum og eisini tann seinasta í hesum umfarinum. Undna hesum eru tendraði jólatrø í Klaksvík, Norðoyri, Ánunum, Árnafirði, Mikladali og Trøllanesi. So tendra vit! Havið eina góða høgtíð Takk fyri