Jólatræ til avlamin

Avlamin sleppa ikki at parkera aftur í Tórsgøtu í Havn fyrr enn 6. januar næsta ár, tí eitt jólatræ stendur á einasta p-bási til avlamin

Ein parkeringsbásur er í Tórsgøtu í Havn, sum er markaður til fólk við avlamisbilum. Men av onkrari orsøk hevur býráðið í Havn valt at seta eitt jólatræ júst á hendan básin, og tí sleppa avlamin fólk eftir øllum at døma ikki at parkera í Tórsgøtu aftur fyrr enn á trettanda degi jóla, 6. januar 2015, tá jólaprýði sambært siðvenju verður tikið niðuraftur.

 

Um tað veruliga er tilætlað – ella um talan er um gáloysni frá Tórshavnar kommunu, vita vit ikki. Men avgerðin er í øllum førum tápulig. So tápulig, at so skjótt sum borgarstjórin sær hesar reglur, munnu boðini fara til arbeiðsformannin um at flyta jólatræið onkra aðrastaðni.

 

Vit venda aftur til søguna, um avgerðin viðvíkjandi jólatrænum verður broytt.