Jólatræ elvdi til søguliga hending í Føroyum

Ein mariuhøna av einum jólatræi í Klaksvík klakti eina vespu í gjár og tað er fyrstu ferð, tað er skrásett í Føroyum

Í gjár varð tað skrásett fyri fyrstu ferð, hvussu ein mariuhøna hevur klakt eina vespu.

 

Tað skrivar Jens Kjeld Jensen á heimasíðu síni, www.jenskjeld.info., haðani myndin eisini er.

 

Upprunin til hesa søguligu, náttúruvísindaligu hending, var eitt jólatræ, Ragnhild Ellingsgaard í Klaksvík keypti til jólar.

 

- Men eftir bara 20 minuttum livdi undir trænum; mariuhønur, eiturkoppar og onnur smákykt hugnaðu sær óført og sóu út til at ætla sær at inntaka stovu okkara, skrivaði Ragnhild Ellingsgaard.

 

Tey gjørdu skjótt av, blakaðu træið út í tún, tóku dustdúgvaran fram og góvu øllum húsinum ein ordans umgang.

 

Nakrar mariuhønur, einar 12 í tali, høvdu tó eydnuna við sær og sluppu undan dustsúgvaranum.

 

- Tær tóku búgv í einum stórum glasi og hava hugnað sær har við granni og øðrum góðum.

 

Tann 8. Januar legði Ragnhild til merkis, at tvær av mariuhønunum lógu pinna stillar við hvør sínum spunahylki millum beinini, har ein reivvera var í.

 

Ragnhild fór so á netið at leita eftir upplýsningum, og har las hon sær til, at tær báðar mariuhønurnar høvdu havt ein sník av eini vespuormveru í sær.

 

Jens Kjeld Jensen sigur, at hann var so heppin, at fáa glasið við teimum 12 sjeyplettutu mariuhønunum, harav tvær av teimum høvdu eitt spunahylki við eini vespuormveru av slagnum, Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus), undir sær.

 

- Hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Føroyum, sigur hann.

 

Hann sigur, at hendan vespan brúkar mariuhønuna sum klekimaskinu.

 

Vespan leggur eitt egg inn í bleyta búkin á mariuhønuni. Har búnast eggið til eina ormveru, sum eftir eini 18-27 døgum gnagar eitt lítið hol í búkin á mariuhønuni.

 

Síðani spinnur ormveran eitt spunahylki ímillum beinini á mariuhønini, sum ikki flytur seg av ormveruni, meðan alt hetta fer fram.

 

Vespan kemur úr spunahylkinum  eftir 6-9 døgum.


 

Vespuormveran "heilavaskar" mariuhønuna, so at hon verjir fyri øllum ágangi ímóti spunahylkinum.

 

- Sostatt avgerð sníkurin, sum er vespuormveran, hvat mariuhønan ger, og á enskum verður hetta kallað ”bodyguard-manipulation" – ella stýrd lívverja.

 

Jens Kjeld Jensen sigur, at í gjár klaktust tann fyrsta vespan undan sjeyplettutu mariuhønunum.

 

Ragnhild Ellingsgaard ætlar at brúka plastikk jólatræ framyvir

 

Tað heldur Jens Kjeld Jensen er er stórt spell.

 

- Við einum “livandi” jólatræ fært tú nógv meira fyri pengarnar, tí sum oftast eru nógv fleiri spennandi og eksotiskar gávur á sjálvum trænum enn undir tí, sigur hann.