Sunnudagin kl. 16 verður jólatombola í Bygdarhúsinum í Hósvík.
Tað er bygdarfelagið Varðin, sum skipar fyri.
Undanfarnu ár hava tey havt jólasølu, men í ár hava tey valt at hava tombola, har fólk hava møguleikan m.a. at ogna sær føroyska dunnu, ræst kjøt og annan føroyskan mat.
Annars verður drekka og køkur at fáa, og tað verður hugaligt við jólatónleiki.
Onkrar jóladekroatiónir verða eisini til sølu.