Á Virkni arbeiða dagliga uml. 30 vaksin fólk við menningartarni og tey framleiða og skapa lutir úr t.d. ull, silki, leiri, filt, træi og øðrum natúrligum tilfari.
Á stóru jólasøluni verða lutirnir, sum eru framleiddir seinasta árið, sýndir fram og seldir. Peningurin, sum kemur inn, fer til at keypa tilfar til framleiðsluna komandi ár og til ymiskt annað, sum kemur virkseminum á Virkni til góðar.
Jólasølan er opin hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.










