Komandi vikuskifti verður stóra árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag.
Jólasølan verður í Gundadalshøllini leygardagin millum kl. 10 og 20, og sunnudagin millum kl. 14 og 19.
Hetta er eitt gott høvi at finna jólagávur, tí úrvalið er sera fjølbroytt.
Tað er altíð stór undirtøka millum limirnar í felagnum at selja á jólasøluni, og í ár eru luttakararnir uppaftur fleiri.
Har eru bundin, seymað og vovin pløgg og lutir, pappírsklipp, dekoratiónir, ymist skorið úr træ, nissur og mangt, mangt annað.
Eisini verður kaffistova, og afturvið drekkanum fæst smurt breyð við føroyskum viðskera og rís á la mande.
Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag plagar at verða væl vitjað, og felagið mælir teimum, sum hava í kvittanum at keypa jólagávur, um at koma beinanvegin, tí royndirnar eru, at tað mesta verður skrætt burtur longu fyrsta dagin.










