Jólaskipið til Leirvíkar aftur í ár

- Í ár er tað tíggjundu ferð, at jólaskipið kemur til Leirvíkar, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen.

- Í ár er tað tíggjundu ferð, at jólaskipið kemur til Leirvíkar, og eru vit her í Eysturkommunu sera takksom fyri, at jólamenn og fyriskiparar hava givið okkum møguleikan at fingið lut í hesum einastandandi átaki.


Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.


Hann vísir á, at sannur jólahýrur er millum fólk, tá hugnaliga og vælprýdda jólaskipið við øllum jólamonnunum leggur til bryggju í Leirvík. Børn og vaksin gleða seg sera nógv til hesa hátíðarløtu.


- Tað er Randal Nybo, sum hevur staðið fyri og hevur samskipað løtuna, tá jólaskipið er komið Leirvíkar og sum soleiðis hevur gjørt hetta møguligt. Fyri hetta megna arbeiði eru vit í Eysturkommunu sera takksom.


Borgarstjórin vil vegna Eysturkommunu nýta høvi at ynskja Randal Nybo við familju eini gleðilig jól og gott nýggjár.


- Jólaskipið kemur til Leirvíkar mánadagin klokkan 16 ávegis til Klaksvíkar, har jólaskipið verður klokkan 17, sigur Jóhan Christiansen.