Á Visit Tórshavn siga tey, at fjarrit er komið frá jólaskipinum sum sigur, at skipið kemur í Vágsbotn leygardagin 12. desember klokkan 15.
Umborð verða jólamenn, og teir eru longu farnir at gleða seg til at heilsa upp á øll tey mongu børnini, sum plaga at taka ímóti.
Tá jólaskipið kemur, fer GHM at spæla hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka.
Jólamenninir fara at bjóða karamellur, og gingið verður yvir til hugnaliga jólabýin saman við jólamonnunum.
Á Visit Tórshavn siga tey, at í býnum henda leygardag verður tónleikur og ymisk tiltøk, og handlarnir í miðbýnum fara at hava opið til klokkan 18.