Jólasangur í Fríðrikskirkjuni

.


Sum undanfarnu ár skipar Tofta Sangkór aftur í ár fyri sangløtu í Fríðrikskirkjuni. Kórið, sum í ár verður stjórnað av Símun Hammer, fer har at framføra bæði kend og minni kend jólaløg. Børn frá skúlanum á Toftum luttaka eisini gjøgnum framførslu av Lucia spæli, og felagssangur verður á skránni. Víðari fer Jónsvein Bech, prestur, at lesa teir 9 jólalestrarnar. Karmarnir fyri hetta tiltak eru soleiðis breiðir og hóska tí bæði fyri ung og eldri.

Sangløtan verður hildin fríggjakvøldið 19. des. kl. 21. Kórið ynskir øllum vælkomnum til á henda hátt at verða við at syngja jólini inn.