Rás2 spennir seg út við 9 tímars jólaradio í dag, har sent verður millum klokkan 14 og 23.
Klokkan 14 fara Heri Simonsen og Mark Joensen at spæla teir mest seldu og best umtóktu jólasangirnar í heimssøguni. Klokkan 15 eitt bandað prát við M.C. Restorff um pláturnar frá 1971, 77, 80 og 88, sum eru komnar á fløgu nú. Klokkan 16 eitt bandað prát við Agniezku Lach Johannesen um jól í Póllandi. Klokkan 16.30 eitt fitt jólaprát við tvær fittar gentur av Argjum. Klokkan 17 vitjar Óli Olsen, høvundur til eitt prát um hansara bók um skipabygging í Føroyum. Klokkan 18 vitjar Hjalti Bogason við sínum klassiska gittara, har vit eisini fara at taka eitt statusprát eitt ár aftaná vakra jólafløgan hjá honum kom út í fjør.
Klokkan 19 til 23 senda Ragnhild Ellingsgaard og Eyðun Klakstein jólaradio úr Klaksvík.