Jólaódnin í 1988: Mintust ikki meiri vind

Í dag eru 30 ár síðani tiltiknu jólaódnina í 1988, sum gjørdi stóran skaða kring landið

Soleiðis skrivaði Sosialurin toll­aks­mess­udag í 1988, blaðið, sum varð skrivað dagin eftir ódn­­ina mikukvøldið 21. des­em­­ber 1988.


Blaðið ringdi til allar poli­ti­­støð­­ir­nar kring landið at fregn­­ast um vindskaðar.

Tvøroyri:
Á Tvøroyri fór takið av sjúkr­a­hús­­­inum um ellivutíðina mik­u­kvøldið.

Og umldið somu tíð fór eis­ini takið av heilsøluni hjá Poul Hansen á Hvítanesi.

Harafturat hava minst 25 set­hús fingið vindskaða, summi stóran. Onnur hava fing­ið skaða av takplátum og øðr­um, sum er komið við vind­i­num. Nógvir bilar hava fing­ið skaða, og onkur varð vrak.

Eisini í Hvalba fingu hús skaða, men politiið á Tvøroyri hevði ikki frætt um skaðar í Sand­vík og Fámjin klokkan 10:30 í gjár. Hvussu støðan var í sunn­aru helvt, visti pol­i­ti­ið ikki at siga tá, tí einki tel­e­fon­sam­band var tann veg­in. Øll oyggin lá eisini í streym­oysi alla hósnáttina og út á hós­dag­in.

Eingin fólkaskaði hendi, tað vitað er um í Suð­ur­oynni. Sjúkl­ing­ar­n­ir á sjúkra­hús­i­num blivur flutti inn í Ellis- og røkta­rh­eimið, sum er sam­bygt við sjúkrahúsið.

Rúnavík:
Á politistøðini í Runavík ringdi tel­e­fonin uttan steðg miku­kvøldið, hósnáttina og í gjár. Ør­indini vóru í flestu før­um tey somu: Fráboðan um skaðar.

Í Eysturoynni hava sethús og hand­il­s­hús fingið skaða og eis­ini bilar. Ein húsvognur fór á flog í Runavík. Helvtin av hon­um varð seinni funnin á ein­um hegni.

Á Kambasdali, har nógv hús eru í gerð, var skilið ringt og partar av oynni mistu streym­in. Til dømis var myrkt í Ritu­vík, tá eitt sey­ð­a­hús feyk á há­spenn­ing­ar­linj­una.

Annars var støðan í Eyst­ur­oynni tann sama sum aðr­a­staðni í landsinum. takplátur og ann­að byggitilfar lá og slødd­ist alla staðni. Onkrar tak­plát­ur vóru so væl avdar utt­an um tele­fon­steyr­ar, at tær fing­ust ikki av aft­ur uttan við amboðuym.

Æðuvík var avbyrgd, tí ein skúr­ur feyk á vegin í Foss­­dagi.
Ikki er frætt um fóla­skaða í Eysturoynni, tá ferðslu­van­lukk­an mik­u­kvøld­ið er und­an­tik­in.

Tórshavn:
Í Havn tosaðu vit við Brand­støð­ina. Hagar komu 184 frá­boð­an­ir um skaðar frá kl 21:30 mik­u­kvøld­ið til hósmorgunin. 22 mans hvødu úr at gera og aft­urat vóru 40 mans frá Havn­ar Bjargingarfelag og sjálv­bodn­ir.

Onkur fráboðan kom av Velb­a­stað og úr Kirkjubø, men hagar fór fólk ikki úr Havn, tað var ikki hildið vera ráð­i­ligt í tí veðri, sum var.

Í Havn og á Argjum hava nógv hús og bilar fingið skaða og ódn­in gjørdi eisin av við alda­gom­ul trø í mðbýnum.

Fleiri heilsølu-, verkstaðs- og goymsl­u­bygn­ing­ar á Hálsi, Sand­vík­a­hjalla og í vest­ur­býn­um fingu skaða.
Ikki er frætt um bátar, sum fingu skaða. Men ein bát­a­brúgv við Skálatrøð sleit.

Eingin fráboðan kom um eld mikukvøldið og hós­nátt­ina, hóast neistarokið stóð úr ell­inj­u­num, tá teir slógu sam­an.

Á deild 2 á Lands­sjúkr­a­hús­i­num gjørdist neyðugt at flyta sjúklingarnar, tí takið byrj­aði at ríva.

Klaksvík:
Í Klaksvík var staðin ikki so um­fatandi sum so nógva aðr­a­staðn­i sum tað skilst.

Nøkur sethús og størri bygn­­ing­ar fingu tó skaða og vind­­u­r­­in var heilt upp í 35 met­ur um sekundið. Fleiri bát­ar hava eisini fingið skaða. Í Klaksvík hendi ein­asti fólka­skað­in, vitað er um, vind­urn gjørdi. Ein mað­ur, sum var á veg oman á bryggj­una at hgyggja eftir einum báti fekk eina takplátu í høvd­­ið. Hann bleiv lagdur inn á sjúkrahúsið, har skurð­ur­in var seymaður við 18 pent­um.

Pol­i­tiið í Klaks­vík hevði seinna­part­in í gjár ikki frætt um skað­ar á Kalsoynni og í Kun­oynni, men úr Fugloynni, Svínoynni og av Viðareiði, vóru komn­ar fráboðanir um vind­skað­ar á hús.

Tað eyd­n­aðist okkum ikki at fáa tel­e­­fon­samband við politiið í Vág­um, Vestmanna og á Sandi.

Men sambært Út­varp­i­num í gjár var stórur skaði á Sand­oynni, serliga í Skopum, har eini tíggju sethús fóru illa.

Vakstrarhúsið á Sandi fór eis­­ini í smildur, og sum tað skilst var onkur skaði í øllum bygd­um uttan á Skarvanesi og í Dali.