Jólamenn vassaðu í regni

Tað er í hesum døgum, at jólamenninir vakna úr sínum langa svøvni. Men eftir ein so langan blund við dreymum um kava, sleður og reinsdjór, man tað vera hugstoytt at renna seg beint í eitt regnæl.

 

Seinastu nógvu árini hevur verið vanligt í fleiri bygdum í Eysturoynni, at jólamenninir ferðast í brandbili úr bygd í bygd seinasta leygardagin undan jólum. Teir syngja við børnum og spæla á gittara og harmoniku, og sjálvsagt fáa børnini eisini pakka við onkrum leskiligum í.

 

Tá brandbilurin kemur til bygdina, verða bæði floyta og blunkljós tendrað, og jólamenninir rópa í hátalaran fyri at boða børnunum frá, at nú er løtan komin.

 

Soleiðis var eisini í gjár. Ferðin hjá jólamonnunum byrjaði í Funningi kl. 11:30 og síðani varð koyrt til Funningsfjarðar, Oyndarfjarðar, Strendur, Skála, Toftir og at enda til Runavíkar.

 

Børnini vóru væl nøgd, hóast tað onkra løtu regnaði illa.