Jólamenn í gerandisdegnum

Fyri 25 árum síðani samlaðu føroyskir skúlanæmingar pening til at byggja ein verkstaðsskúla í Bolivia. Sambandið millum Føroyar og TAEPO-skúlan var tikið upp aftur í 2010 og stendur enn við. Hundraðvís av næmingum hava fingið lagt eitt grundarlag fyri eini framtíðar vinnu gjøgnum skúlan.

Mitt í Bolivia er Merkið vundið í húnar hátt. Ikki er ein sendistova í økinum. Ikki er tað uttan fyri onkra altjóða skrivstovu av einum hvørjum slag. Ikki búgva føroyingar í økinum. Kortini, frammanfyri ein stóran vegg við áskriftini TAEPO hongur Merkið vundið á fulla stong.

 

Vit eru í Cochis, skamt uttan fyri Sucre í Bolivia. 25 ár eru liðin, síðani føroysk skúlabørn samlaðu pening saman til at byggja ein tekniskan skúla í Bolivia. Í 25 ár hevur skúlin, TAEPO, bygdur við føroyskum stuðuli, viðlíkahildin av føroyskari fígging, givið hundraðvís av bolivianskum børnum møguleikan at fáa eina verkliga útbúgving.

 

Í ár hava fyristøðufólk á skúlanum sent føroyskum umboðum eina heilsu og tøkk at bera víðari til øll teirra, sum hava verið við í arbeiðnum.

- Takk fyri, at tit eru okkara jólamenn, ikki bert jólaaftan, men hvønn einasta dag í árinum, skriva tey millum annað í takkarskrivinum.

 

- Skúlin, ið nú hevur skjótt 25 ár á baki, hevur havt grunnleggjandi týdning fyri lív teirra, sum hava fingið møguleikan til skúlagongd og hevur givið teimum eitt betri lív, greiðir Randi Meitil frá. Hon hevur, saman við øðrum, verið virkin í innsamlingararbeiðinum hesi seinastu 25 árini.

- Av skúlanum ynskja tey at takka øllum, sum hava verið við at samla pening til skúlan hesi 25 árini, sigur Randi Meitil.

- Tað er tankavekjandi at hugsa, at fyri okkum er talan um eitt tiltak, ein dag um árið, men at tað ger so stóran mun hjá teimum. Skúlin hevur veitt nógvum hundraðtals børnum eitt nógv betri lív, sigur Randi Meitil. Í dag ganga 200 næmingar á skúlanum.

 

Leiðsla skúlans hevur nú sent føroysku umboðunum fyri Operasjón Dagsverk eitt takkarskriv, umframt at mentanardeildin í býráðnum í Sucre hevur sent teimum føroysku skúlanæmingunum og Operasjón Dagsverk eina viðurkenning fyri sítt arbeiði. Tað eru næmingar í Hoydølum, ið halda fram við Operasjon Dagsverk.

 

Í takkarskrivinum frá skúlaleiðsluni stendur millum annað soleiðis at lesa:

- Túsund takk fyri, at tú kanst senda eitt stórt klemm til øll og hvønn einstakan av næmingunum í Føroyum, sum gera tað møguligt hjá børnunum í TAEPO at fáa eitt betri lív. Eg haldi, at hetta eru sonn jól. Ikki dýrar jólagávur jólaaftan. Takk fyri, at tit eru okkara jólamenn, ikki bert jólaaftan, men hvønn einasta dag í árinum.

 

Viðurkenningin frá býráðnum í Sucre, ið varðar av útbúgvingarøkinum í Cochis, er fyri tann stuðul og tað arbeiði, sum føroyskur skúlaungdómur hevur gjørt í Bolivia seinastu 25 árini. Hetta arbeiðið hevur, saman við býráðnum, betra um námsfrøðiliga infrastrukturin í økinum, skrivar býráðið millum annað.

 

Les meiri um skúlan í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum seinnapartin.