Sunnudagin 18. desember kl. 15 koma jólamenn í býin á súkklubaki og við sær hava teir eina rúgvu av karamellum.
Tað skrivar Kunningarstovan. Jólamennirnir hittast síðani á Vaglinum har Rógvi og Julius fara at undirhalda á vøkru pavilionini.
Forvitnisligi jólamarknaðurin í Betri garðinum og á Vaglinum hevur opið til kl. 20, eins og handlarnir í býnum og í SMS.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!











