Jólamennirnir hittast síðani í Tinghúsgarðinum, har Angela og Hannibal fara at undirhalda á vøkru Pavilionini. Angela og Hannibal eru eisini komin í jólahyr, spennandi hvat Angela fær frá Hannibal í gávu!
Klokkan 17 syngur Morgunkórið á Pavilionini.
Forvitnisligi jólamarknaðurin í Betri garðinum og á Vaglinum hevur opið til kl. 20, eins og handlarnir í býnum og í SMS.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!