Jólamaðurin noyðist at flyta úr Grønlandi

- Tit skulu øll vera vís í, at vit elska hetta landið so ófatiliga nógv, og vit hava veruliga følt okkum heima her, sigur týskarin, Michael Schluchtmann.

 

- Eg eri týskur ríkisborgari, og kona mín og børn eru russisk, sigur jólamaðurin í Nuuk. Mynd: Privat

 

 

Michael Schluchtmann, sum seinastu 10 árini hevur virkað sum jólamaður í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, flytir nú úr Grønlandi, og við hesum letur eisini Facebook-síðan hjá jólamanninum aftur.

 

Orsøkin til, at jólamaðurin nú flytir, er, at yngsti sonurin nú er fyltur 18 ár, og uppihaldsrætturin hjá honum í Grønlandi fellur burtur. Tískil eru hann og familjan nú noydd at flyta úr landinum.

 

- Eg havi nú í 10 ár roynt at gjørt mun við teimum møguleikum, eg havi havt sum sjálvboðin. Tað er tíverri soleiðis, at eg eri týskur ríkisborgari, og kona mín og børn eru russisk. 

 

Michael Schluchtmann skrivar í einum Facebook-uppslagi, at nú yngsti sonurin er fyltur 18 ár, er tað nærmast ógjørligt at tryggja honum eina framtíð í Grønlandi.

 

Sermitsiaq skrivar, at jólamaðurin hesi árini hevur givið gávur til treingjandi familjur og til børn við avbjóðingum í Nuuk. Í fjør býtti jólamaðurin út gávur eftir einari skipan, har foreldur kundu søkja um at fáa eina gávu til síni børn.

 

Jólamaðurin sigur, at hann elskar Grønland og takkar lokalsamfelagnum fyri allan tann stuðul, tey hava fingið í samband við fyrireiking til jólini øll hesi ár.

 

- Tit skulu øll vera vís í, at vit elska hetta landið so ófatiliga nógv, og her hava vit veruliga følt okkum heima. Eg takki tykkum øllum fyri tann stuðul, tit hava veitt okkum gjøgnum árini, skrivar Michael Schluchtmann í sínum uppslagi á Facebook.

 

 

 

- Eg eri týskur ríkisborgari, og kona mín og børn eru russisk, sigur jólamaðurin í Nuuk. Mynd: Privat