Jólamaðurin farin á húsagang

Ein eyka skattarokning á hálva aðru millión krónur noyddi finska jólamannin á húsagang.

Nú er heldur ivasamt, um tað lønar seg at senda bræv til jólamannin í ár. Finski jólamaðurin í lundini Santa Claus Village í Rovianemi, er nevniliga koyrdur á húsagang.

 

Hvørt ár vitja 300.000 fólk skrivstovuna hjá jólamanninum í Rovianemi, men seinastu árini eru vitjunartølini follin nógv. Í ár hava finskir myndugleikar kravt felagnum handan jólamannin eftir eini eyka skattarokning áljóðandi hálva aðru millión krónur. 

 

Sambært stjóranum í felagnum, Jarmo Kariniemi, eru tað lágu vitjunartølini, sum eru orsøkin til fíggjarligu trupulleikarnar hjá jólamanninum, men hann lovar, at felagið finnur eina loysn, so at skrivstovan hjá jólamanninum verður verandi opin. 

- Vit hava longu savnað helvtina av peninginum, sum okkum tørvar, sigur hann við finskar.

 

Hetta ávirkar tó neyvan føroysk børn, tí vit vita øll, at jólamenninir, Kertustubbi og Greytasleikur, búgva  Sandoynni.