25 ár eru liðin, síðani Ólavur Fredriksen gjørdi síni fyrstu jólakort. Hann greiðir frá, at hann var júst byrjaður í læru sum elektrikari um tað mundið.
- Eg legði til merkis, at allar myndirnar á jólakortunum, sum vóru seld tá, vóru avgomul. Tað vóru gamlar myndir av Tinghúsinum og Sjónleikarahúsinum og so framvegis, sigur Ólavur Fredriksen. Myndatøku hevði hann altíð havt áhuga fyri, og tað var í tí sambandinum, at hann fór at hugsa um, at taka nýggjar myndir.
- Eg setti meg so í samband við ymiskar prentsmiður, at vita, hvør prísurin var fyri umsløg. Tað var ikki bíligt. Eg mátti gjalda 1500 krónur fyri 1000 umsløg. Eg var lærlingur, so eg forvann ikki meiri enn 700 krónur um vikuna, áðrenn skatt. So hetta var ein stór íløga fyri meg, sigur Ólavur Fredriksen.
Hann valdi so at royna. Øll familjan endaði við at sita og klippa og líma myndirnar hjá Ólavi Fredriksen á prentaðu umsløgini. Ikki var til at siga, hvør áhugin fór at vera fyri nýggjum jólakortum, so hann var spentur, tá fyrstu jólakortini vóru borin út í bókahandlarnar. Móttøkan var tó góð og jólakortini vóru skrødd av hillunum.
- Hesi fyrstu kortini seldi eg til handlarnar fyri 10 krónur stykki. Íløgan var tí vunnin aftur væl og virðiliga, so eg hevði gott mót upp á at halda á við at gera jólakortini. Árið eftir bílegði eg so 3000 umsløg og sama skili var, tey vóru skrødd burtur, greiðir Ólavur Fredriksen frá.
- Hetta gjørdist ein jólasiður. Tá jólini nærkaðust, sótu vit øll og gjørdu jólakort, sigur hann.
So kom kreppan í 90’unum, og Ólavur Fredriksen var ein av teimum mongu, ið var noyddur at finna sær annað livibreyð.
- Tá var nærliggjandi at fara hendan vegin og gera meiri burtur úr mínum áhuga fyri myndatøku og prenti. Eg fór tí at læra til prentara, sigur Ólavur Fredriksen.
Nú kundi hann gera alt sjálvur. Taka myndirnar, prenta umsløgini, gera jólakortini, alt var í hansara hondum.
Nógv er broytt hesi 25 árini. Frá tíðini, tá hann mátti keypa umsløg, taka og framkallað sínar egnu myndir og síðani líma tær á umsløgini, til í dag, tá alt hetta verður gjørt talgilt. Seinastu gott og væl átta árini er tað Prenta, ið hevur prentað kortini.
- Fyrr var tað ein long tilgongd frá, at myndin var tikin, til jólakortið var klárt. Í dag er leiði frá myndatøku til liðugt jólakort undir ein dag. Verða kortini útseld kunnu nýggj fáast til vega til morgunin eftir, enntá við aðrari mynd, um tað skuldi verið ynskiligt, sigur hann.
Talgildingin gevur eisini nógv størri møguleikar, hvat úrvalinum viðvíkur.
- Nú er eingin trupulleiki at hava nýggj motiv hvørt ár, ella at hava fleiri motiv. Seinastu árini havi eg nýtt yvir 20 ymiskar myndir hvørt ár, og hvørt ár eru myndirnar nýggjar. Broytingin er sostatt stór frá, tá eg byrjaði, tá tað einans vóru 30 ára gamlar myndir av Sjónleikarahúsinum og líknandi, sigur Ólavur Fredriksen.
Hvat myndamotivinum viðvíkur, er eingin ivi um, hvat fólk vilja hava.
- Kava. Kavi má vera á myndini, um hon skal nýtast sum jólakort. Um ikki kavi er, so má ljósið frá skýmingini spæla á myndini. Har er eitt lítið vindeyga upp á eini 15 minuttir í skýmingini, sum er sera væl egnað til myndatøku. Ein kann sjálvandi ikki nýta blits, so tí brúki eg stativ og langar lukkitíðir, tá eg taki myndir. Myndatólini eru nú vorðin so góð, at eisini myndir tiknar í myrkri blíva góðar. Fyri at myndirnar skulu gerast so góðar sum gjørligt, leggi eg meg eisini eftir, at hava tað allarbestu útgerðina. Tað er hana, sum inntøkan fyri jólakortini rindar fyri, greiðir Ólavur Fredriksen frá.
Men senda fólk jólakort enn, er tað ikki ein farin tíð?
Ólavur Fredriksen sigur, at tað er týðiligt, at fólk enn senda jólakort, tað sæst á søluni.
- Tað var eitt lítið fall í søluni um aldarskiftið. Fólk vóru farin at senda fleiri teldupostar, ofta við onkrum býttum myndum ella syngjandi jólamonnum og so framvegis. Tað vísti seg tó at vera eitt stokkut fyribrygdi, og nú er sølan hin sama sum áður, sigur hann.
Ólavur Fredriksen sigur, at sølan er góð.
- Eg selji um 4000 kort um árið. Tað vísir seg, at fólk keypa jólakort heilt fram til 23. desembur, tí tað kemur meiri enn so fyr, at bókahandlarnir ringja og biða meg koma við eini nýggjari sending, tí at kundar standa og bíða, sigur Ólavur Fredriksen, sum umframt at selja kort í bókahandlunum eisini selir sergjørd jólakort til fyritøkur og onnur. Myndir hjá honum verða eisini nýttar av øðrum prentstovum, tá tær gera síni egnu jólakort.










