Jólakonsert í Vestmanna Kirkju

Leygardagin 5. desember klokkan 17.30 verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Sangkóri.


Tað verður við eini fjølbroyttari skrá av føroyskum, enskum, norskum og russiskum sangum, ið hoyra jólunum og hesi árstíðini til - teir flestu vælkendir jólasangir, tó so at okkurt er nýtt og okkurt vælkent er latið í nýggjan ham.


Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.