Jólakonsert í Glyvra kirkju

 

Eystankórið, sum í ár verður stjórnað av Graeme Rudd, hevur jólakonsert í Glyvra kirkju sunnudagin 14. des. kl. 16.

Á skránni eru føroyskir og útlendskir jólasangir og -sálmar.

Harumframt verður okkurt solostykki framført eins og blásari, urga og onnur ljóðføri verða at hoyra.