Jólakonsert í Dómkirkjuni

Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni hava jólakonsert saman í kvøld klokkan 17 í Dómkirkjuni.

 

Eitt av elstu kórunum í Føroyum, Kristiliga Sangkórið, sum hevur 61 ár á baki, hevur sína árligu jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn í dag. Konsertin verður í ár saman við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, har kórini umframt at hava egna skrá, eisini fara at syngja nakrar sangir saman. Sangúrvalið er í høvuðsheitum kendir jólasálmar og –sangir. Bæði á føroyskum, donskum og enskum.

Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór við umleið 30 sangarum, varð sett á stovn í 1953. Tríggir av sangarunum, sum vóru við frá byrjanini, eru framvegis við í kórinum. Kórið í Fríðrikskirkjuni er somuleiðis fýraraddað blandað kór.

Konsertin í Dómkirkjuni byrjar klokkan 17. Í morgin, sunnudagin, klokkan 16 verður konsert við teimum báðum kórunum í Fríðrikskirkjuni á Toftum.