Jólakonsert í Dómkirkjuni

Eins og undanfarin ár, fer Kristiliga Sangkórið aftur í ár at hava jólakonsert í Dómkirkjuni í Havn.

 

Konsertin verður leygardagin 7. desember klokkan 17.

Kristiliga Sangkórið er eitt av elstu kórunum í Føroyum, sangúrvalið er í høvuðsheitum kendir jólasálmar og –sangir, bæði á føroyskum, donskum, enskum, týskum og latínskum.

Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýraraddað blandað kór við einum 30 sangarum, varð sett á stovn í 1953.

 

Tríggir av sangarunum, sum enn eru í kórinum, hava verið við frá fyrsta degi.