Klaksvíkar Hornorkestur, sum er fyriskipari av konsertini, spælur sum vant, og harumframt luttaka Kirkjukórið í Christianskirkjuni, Hans Andrias Jacobsen og Pætur við Keldu.
Á konsertskránni eru kendir jólasálmar, sangir og felagssangur.
Hanus á Gørðum, prestur, hevur andakt.
Konsertin er tann 50. jólakonsertin í røðini, sum Klaksvíkar Hornorkestur fyriskipar í Christianskirkjuni. Hon hevur ígjøgnum árini verið sera væl vitjað.