Hvønn morgun í desember er nýskrivaður kalendaratekstur at lesa í svørtu kunningartalvuni, sum hongur í gomlu Glæmuni í Norðragøtu.
Gamla Glæman er fyrrverandi Pakkhúsið, har El-talvuvirkið hjá Eyðuni Hansen heldur til.
Tað er Meinhard Jensen, sum í ár skrivar jólakalendaran.
- Hvør tekstur hongur í eitt samdøgur - frá klokkan 7 á morgni til morgunin eftir klokkan 7.
Eysturkommuna vísir á, at fólk kunnu spáka sær ein túr eftir Tróndargøtu - ella koyra inn í gomlu bygdina og fara í gamla Glæmu-bygningin at lesa kalendaratekstin.










