Klokkan 17 seinnapartin byrjar stórt jólatiltak í Café Natúr á Áarvegnum í Havn.
Livandi tónleikur verður at hoyra alt kvøldið. Bæði inni og úti. Millum annað fer Havnar Hornorkestur at spæla, meðan Spælimenninir eisini fara at spæla seinni um kvøldið.
Til ber at fáa jólagløgg og holikøkur, so um tú hevur hug at hugna tær og taka jólini eitt sindur upp á forskot saman við familjuni ella starvsfeløgunum, ber til at gera hetta í Café natúr frá klokkan fimm seinnapartin í dag.










