Trølla Pætur og Trølla Omman hava opið hús seinnapartin í morgin - leygardagin 7. desember - frá klokkan 14 til 17.30. Hetta er samstundis tunnilsdagurin, tá loyvt er at koyra ókeypis um undirsjóvartunlarnar.
Tiltakið verður í hugnaligu trøllasmáttuni á Biskupsstøð í Klaksvík, har kendu nissubørnini, Rakul Ró og Beinir, fara at syngja og spæla og at bjóða børnunum trøllapiparnøtur og teimum vaksnu ommukaffi.
Okkara heimligu trøll hava alla orsøk til at vera í jólahýri, tí í vikuni kom út ein nýggjur barna- og familjufilmur, Dýr er barnaverð, sum Føroya fólk hevur tikið væl ímóti.
Filmurin er um ein lítlan drong, sum ein vakran summardag kemur í óføri, og sum Trølla Omman roynir at koma til hjálpar.
Tunnilsdagin - í morgin - verður so jólahugni hjá Trølla Pæturi, har høvið verður at heilsa uppá trøllini, fáa okkurt gott til góman og at hoyra og uppliva kulu børnini Rakul Ró og Beinir framføra í Trøllapætur húsinum.
Eisini verður eitt serligt jólatilboð av Dýr er barnaverð, umframt at onnur jólahugskot og barnafløgur liggja frammi.
Hóast ommuhjartað er stórt, so rúmast ikki so nógv fólk samstundis í Trølla Pætur húsinum.
- Men, klokkan 14 seinnapartin eru fyrstu gestirnir vælkomnir, og tikið verður ímóti gestum út ímóti nátturðatíð, siga fyrireikararnir av tiltakinum.