Jólaheilsan frá Eivør

Eivør ynskir sínum fjepparum gleðilig jól, við lagnum “Joy to the World”, ið hon hevur lagt á heimasíðu sína.

 

Eivør ynskir sínum fjepparum gleðilig jól, við lagnum “Joy to the World”, ið hon hevur lagt á heimasíðu sína.


Vakra tónleika heilsanin liggur á eivor.com saman við hesari heilsan:

“Góðu vinir,

Tað er jólatíð og næstan ársendi. Eg vil takka tykkum øllum nær og fjar fyri eitt gott og undurfult ár. Eg gleði meg at deila mín tónleik við tykkum í komandi ári.

VIð hesari hugnaligu heimaupptøku, ið eg havi gjørt av “Joy to the world”, ynski eg tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár fylt av kærleika og gleði.”

Hoyr vakra lagið omanfyri.