Árliga jólahaldið í Christianskirkjuni við tónleiki og sangi verður sunnukvøldið 14. desember kl. 20.30. Luttakandi verða kórini í Emmaus og KFUM&K og Klaksvíkar Hornorkestur. Framførdir verða vanligir jólasangir og jólaløg. Andakt verður við Henningi Bøgesvang.
Henda sið at hava eina hugnaløtu við jólatónleiki upp undir høgtíðina fór Klaksvíkar Hornorkestur undir í 1965. Tað vóru teir báðir Eli Nolsøe og Norman Edwards, táverandi formaður og dirigentur, sum vóru stigtakarar til hetta tiltak, og hevur tað nú vart óbrotið í 32 ár. Sum vant verður, um fólk hava hug til tess, møguleiki at leggja eitt oyra í talvurnar, sum standa við útgongdina.
Klaksvíkar
Hornorkestur