Jólagáva: HM-stjørna til Liverpool

Premier League: PSV hevur váttað, at Cody Gakpo er í Liverpool í samband við eitt skifti

Liverpool keypir Cody Gakpo frá PSV Eindhoven. Tað tykist fyri vist, eftir at hollendska felagið hevur boðað frá, at stjørnuspælarin í hollendskum fótbólti nú er í Liverpool, har bara formalitetirnir resta í einum skifti til Premier League.

 

PSV Eindhoven skrivar á millum annað Twitter, at felagið er komið ásamt við Liverpool um at selja 23 ára gamla hollendska landsliðsspælaran, Cody Gakpo. Framrættaði spælarin er nú farin til Liverpool, har hann skal fáa seinastu smálutirnar upp á pláss.

 

Liverpool hevur einki meldað út enn, men fleiri fjølmiðlafólk og tíðindamiðlar vita at siga, at talan er um eitt skifti, sum verður kunngjørt í næstum. Mett verður, at prísurin liggur um 300 milliónir krónur í fyrstu atløgu, men kann blíva hægri alt eftir hvussu spælarin klárar seg.

 

Cody Gakpo, sum hevur verið settur í samband við Manchester United, hevur havt eitt gott kappingarár í PSV, men stóra gjøgnumbrotið kom til HM-endaspælið í Katar. Her skoraði 23 ára gamli vongurin í øllum trimum dystunum í bólkaspælinum.

 

Cody Gakpo er vinstri vongur, men kann eisini spæla í álopinum ella á høgra vongi. Liverpool keypti í fjør um somu tíð ein annan vinstra vong í Luis Diaz. Hann hevur staðið seg væl, men ein knæskaði ger, at hann ikki spælir aftur fyrr enn í fyrsta lagi í mars mánaði.

 

Tá so Sadio Mané er seldur til Bayern Munchen, hevur Liverpool roynt eydnuna við enn einum keypi um veturin. Eigararnir hjá Liverpool leita í løtuni eftir íleggjarum til felagið og mett verður, at Liverpool í summar fer at keypa stórt til miðvøllin. Har eru bæði Jude Bellingham og heimsmiestarin, Enzo Fernandez, nevndir.